Tvey av Kamararinum vóru heiðraði við Heiðursgávu Landsins fyri 60 ára virksemi innan tónleik. Handanin var á Depilinum í Skálavík í januar 2014. Røður og tónleikur vóru í samband við hátíðarløtuna
Nicolina av Kamarinum gav út fløgu í 2011. Øll løgini eru á føroyskum. Nøkur teirra eru kend og eisini onnur løg, ið ikki fyrr hava verið at hoyrt á fløgu, eru við
Afturlítandi sending í Kringvarpi Føroya, um søguna hjá føroyskum popp-tónleiki. Tey av Kamarinum, saman við Simme og teimum høvdu sín sjálvsagda lut í hesi sending
Nýggj, men tó afturlítandi grein um dansistøð og tónleikabólkar í Havnini, ið Eyðbjørn Jakobsen hevur skrivað. Eisini eru myndir av m.a. Triumf og Gogguni.
Tey av Kamarinum hava nú teirra egnu Youtube-rás. Á rásini eru, í fyrstu syftu, øll tey løg, ið bólkurin gav út í tíðarskeiðinum 1959 til 1984. Endamálið við hesum er, at tónleikurin skal vera tøkur at lurta eftir hjá øllum, og at upplýsingar um løgini, tónleikarar og upptøkur eru rættir. Myndir eru eisini settar til løgini. Ólavur Jakobsen hevur yvirspælt, reinsað upptøkurnar og lagt inn upplýsingar.
Vit høvdu verið takksom, um tit vitjaðu og teknaðu tykkum sum haldarar. So við og við koma fleiri løg á rásina.
Tey av Kamarinum.
1955
Bólkurin varð stovnaður í 1955 og var kjarnin í bólkinum frá byrjan børnini hjá Olevinu (av Kamarinum í Havn) og Jóannes (í Geil úr Skálavík). Systkini eru: Hjørleif, Áslakkur, Nicolina, Eyðbjørn, Margretha, Ingolf og Jákup.
Øll systkini
Trilvandi byrjanin var Hjørleif, Áslakkur, Nicolina og Eyðbjørn. Hjørleif, gittar, sang og trummur. Áslakkur harmoniku og sang, Nicolina, gittar og sang og Eyðbjørn, gittar eins og Margretha eisini var við.
Manningin í 1970'unum
Ingolf og Jákup, lítlubeiggjarnir, komu eisini við eftirhondini.
Í hesi gott hálvthundrað árini hava vit eisini havt tað gleði, at mangir av okkara allarfrægastu tónleikarum, í styttri ella longri tíð, hava spælt við og verið partur av Teimum av Kamarinum.
Tey bæði, Nicolina og Eyðbjørn, góvu út fløgur og spældi undir heitinum Tvey av Kamarinum líka til 2017, tá ið Nicolina flutti til Danmarkar.
Tvey av Kamarinum
Skrivað er eisini um Kamarsættina, ið er stór og hevur verið týðandi og virkin innan tónleik og list í Føroyum. Við myndum og á annan hátt, verður komið inn á ymsar greinar innan tað umhvørvið i Havnini, ið Tey av Kamarinum vuksu upp og áttu lut í.