Nicolina og Íslendska Symfoniorkestrið
14. juni og 15. juni 2007 framførdi íslendska symfoniorkestrið, “Minni úr farnari tíð” í Norðurlandahúsinum í Tórshavn.
Á skránni vóru gamlar, kendar íslendskar og føroyskar landaplágur í útseting fyri stórt symfoniorkestur.
Á palli við føroysku løgunum vóru Nicolina av Kamarinum og Annika Hoydal. Nicolina sang egnu løg síni "Tá kvøldið kemur" og "Mær leingist", meðan Annika framførdi "Eitt kvøldið so síðla", ið upprunaliga er norskt lag, men her í Føroyum einamest er kent í úgávuni hjá Anniku og Harkaliðnum. Annika eigur sjálv føroysku orðini.
Mynd frá venjingunum
Upprunaliga var ætlanin, at Eivør Pállsdóttir skuldi syngja føroysku sangirnar, men hálsbruni gjørdi, at onnur loysn mátti finnast.
Góð ráð vóru dýr, men loysnin bleiv, at Nicolina og Annika framførdu síni egnu løg saman við teim 80 tónleikarunum í symfoniorkestrinum.
Íslendsku songkvinnurnar Diddu og Disella, framførdu tey íslendsku løgini.
Diddu kenna vit her í Føroyum. Sigrún Hjálmtýsdóttir er navn hennara, men tað er sum Diddu vit hoyrdu hana á Nýggjárskonsertini 2007 hjá Føroya Symfoniorkestri.
Harafturat var unga íslendska songkvinnan Disella við á framførsluni og verður tað spennandi at fylgja hennara yrkisleið.
Ragnheiður, Nicolina, Disella, Diddu og Annika
Útsetingarnar stóð Hrafnkell Orri Egilsson fyri. Hann hevði veruliga rakt tónan og við stórum kærleika til gomlu løgini, hevði hann varliga klætt tey øll í ein fagran symfoniskan búna, við íblástri frá mætum meistarum, sum t.d. Piazzolla.
Orkesturleiðarin var Bernharður Wilkinson. Ein fongur fyri tiltakið, bæði so og so.
Ragnheiður Ásta Pétursdóttir úr íslendska útvarpinum var frásøgufólk.
Ætlanin var bert at hava ta einu framførsluna, men skjótt gjørdist greitt, at ein eykaframførsla varð neyðug.
Hesuferð var Eivør so ikki á breddanum, men framførdi hon "Eitt kvøldið so síðla" og "Mær leingist" á stóru Nýggjárskonsertini 2009 hjá Føroya Symfoniorkstri. Hetta varð sent beinleiðis í Kringvarpi Føroya.
Eivør Pálsdóttir og Nicolina av Kamarinum hita upp backstage í samband við Drottningatreffið á G!-festivalini 2006
Okkurt forvitnisligt:
|