Dámliga gøtan

 

Orð: Heri Nolsøe  

Lag: Nicolina Jacobsen/Eyðbjørn Jakobsen

 

                                           

Minnini bylgjast nú innan  í  mær,

gøtan er horvin og alt, sum har var

Horvin er garður, har vit plagdu spæla,

horvið er portrið, har vit plagdu mala.

Í gloymskunnar havi tú verður krógvað

Sorgblíðni vellir fram kenslurna flógva.

Friðsæla økið okkar´umhvørvi,

hvar er gøta mín?

Heilt nýggjur býlingur er sprottin fram,

tað var lagna tín.

 

Dámliga gøtan, tú ert ikki til,

í longsulsins glæmu eg minnist hvønn hyl,

Tagnað er spælið, tagnaður songur,

í lívskátu kvørn hoyrast tit ikki longur,

Burtur er markin, fjald í betongi,

tárini renna í slóknaðum songi.

Fer millum hesi nýggju tún og torg,

ljóma nýtt lag,

líka so yndisligt og inniligt

sum farnan dag

                                                         

Dámliga gøtan tú snávaði á,

miðdepul okkara allur her lá,

Mín ynskiheimur, sum mong vilja gloyma,

tú ert mín dreymur eg altíð vil droyma.

Alt er nú horvið, húsið og træið

og mínir vinir, broytt er alt staðið.

Dámliga gøtan hvarv nú undir heilt,

broyttist mítt stað,

Kom nýggja tíðin sum ein flóðalda,

beindi burtur flag

 

2. ørindi uppaftur