Í Dreymalandi

 

 

Orð: Nicolina Jacobsen   lag: 12. September

 

 

              G      C                 G        

Tú kom til mín á kvøld í stjørnufjøld,

            D7                     G             

vit vóru saman hetta vakra kvøld.

                G            G7              C

Og fram við strond vit gingu hond í hond,

            D7                      G        

vit gingu saman inn í dreymalond.

 

 

Og mánin skein útyvir land og hav,

og breiddi ljós útyvir alt, íð svav.

Í Dreymaland vit vóru sæl og glað,

vit droymdu okkum burt frá tíð og stað.

 

Vit vóru saman á tí stillu nátt,

og har vit bygdu okkum dreymaslott.

Ja, um vit kundu dvølst har alla tíð,

tá gloymt var alt sum eitur sakn og stríð.

 

Men um vit altíð fylgjast, tú og eg,

um tú til alla tíð vil elska meg.

Tá fegin eg tær gevi trygdareið,

og tá gerst brátt so ljós og løtt vár leið.