Ei meira eg kenni longsul

 

orð og lag: Nicolina Jacobsen

 

Ei meira eg kenni longsul

mót ókendum mál og mið.

Ei meir kennist stovan sum fongsul,

tí nú kennir hjarta mítt frið.

 

Og alt tað, ið tyngdi hjartað.

tað hvarv tá ið eg hitti teg.

Tá vaknaði vónin hin bjarta,

og nú veit eg, tú elskar meg.

 

Ei meira eg siti og kúri

- hví skuldi eg eisini tað?

Ei meira eg gangi og stúri,

nú eri eg oftast glað.

 

Millumspæl

 

Og alt tað, ið tyngdi hjartað,

tað hvarv tá ið eg hitti teg.

Tá vaknaði vónin hin bjarta,

Og nú veit eg, tú elskar meg.

 

Ei meira eg siti og kúri,

- hví skuldi eg eisini tað?

Ei meira eg gangi og stúri,

:,: nú eri eg oftast glað :,: