Mín fyrsta flamma
Orð og lag: Jógvan Skaale
Eg tonki uppá mína fyrstu flammu
eg havi bílæt av henni í glas og rammu.
Eg minnist tá eg fekk tað, tað er sum í gjár,
Hon stóð har við skeivum tonnum
og ópleygaðum hár
Ja, kálvakníggjað var hon tá
Og sløtt sum eitt vaskibrett´ at líta á
Men tað, tað tonkti eg ikki uppá
Nei tað, tað tonkti eg ikki uppá.
Teir tankar teir vóru mær fjar´
Tí hon var eitt og alt hjá mær.
Vit gingu hond í hond
og vit droymdu okkum burt
til fremmand lond
Tað eru nú gingin fleiri ár
men eg minnist tað sum tað var í gjár
Jú, minnini tey eru klár,
jú, minnini tey eru klár!
Tað gentuna við teim skeivu tenn´
Minnið um hana eg goymi enn
Ja, altíð vit vóru saman
Bæði í mótgang og í gaman
Aldri eg vil hana gloyma
Men altíð um hana droyma
Ja, um hana droyma
Eg sera væl ein dagin minnist
- minnið í hjarta mínum finnist
Eg segði: Mín blív!
og vit svóru hvørjum øðrum trúskap
gjøgnum alt lív
Bæði í viðgang og í neyð
Men tað, tað kundi ei halda
Tí hon var bert seks og eg var sjey,
Ja, hon var bert seks og eg var sjey!