Lívið   

text/lag:   Nicolina Jacobsen

Ofta vit halda at lívið er tungt

ja, sorgin kann týna mangt lívið so ungt

Men tíðin kann lekja mangt bløðandi sár

og tá kemur aftur eitt vár.

 

                                                                                                     

Tá sorgin hon herjar í hjarta og sinn

sólin ei sleppur í hjørtuni inn;

Men tíðin kann lekja mangt bløðandi sár

og tá kemur aftur eitt vár.

 

 

Um vinir teg gloymdu tá harðast stóð á

og um teir tá ei vildu standa tær hjá,

So livir tó vónin um djúp kennast sár,

at aftur skal koma eitt vár.

 

 

Tá sorgin hon herjar í hjarta og sinn …