Nánd

Orð: Th. Michael Smith  lag: K. Foss & R. Bøe

 

So rótleyst er sinnið títt, altíð á ferð,

Tað tykist sum gloymir tú virðini her.                

Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond

enn síggja tað vakra, sum er í nánd

 

Tær tykir, at lívið er keðiligt, grátt

hvønn er tað tú saknar – hví falla í fátt?

Tá aldri tú unnir tær hvíld ella frið,

fæst einki at grógva við tína lið.

 

Far innar í stovuna, um hon er trong

og lurta – hon syngur ein stillan song;

Hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í

har væntar bert tað, at tú varnast tí.

 

Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,

hvør sigur, hon finnst ei í heimahøll?

Tú átti ei friðleysur leita so fjart,

men lært teg at elska tað, sum tú sært.