Tá tit fóru
Orð og lag; Nicolina Jacobsen
Tað er friðarligt í stovuni
nú myrkrið trínir inn.
Men í kvirruni eg hoyri heimlig ljóð.
Her var látur, her var spæl,
góðar løtur uttan tal.
Hetta hvarv alt tá tit kystu meg farvæl.
Her var hugaligt at vera
tá ið alt var trygt og gott;
áðrenn kreppan kom og hvesti sínar tenn;
áðrenn vinnuloysið vaks
og legði mangt eitt heim í sor;
og so mong tá máttu tola trongu kor.
Men mín vón skal vera
at her aftur brátt skal byrtast ljós,
og vit aftur skulu seta nýggja kós.
at vit saman inna tað,
at kveikja nýggjan brand,
so vit saman endurbyggja okkar´ land.