Jacob Jacobsen Baia (1836-1917)

 

 

 

Í Kamarsættini eru fleiri við navninum Jákup. Hesin Jákup, er kendastur sum Jákup á Kamarinum Baia ella Koppa-Jákup. Heitið Koppa-Jákup fekk hann, tá ið hann í 1857 fór um landið og koppsetti, tí læknin var farin til Danmarkar. Baiaheitið er úr Baianstovu, har ið abbin, Jákup Poulsen og faðirin Magnus vóru ættaðir. Jákup var føddur í Havn 27. oktober 1836 og andaðist 28. februar 1917 – 80 ára gamal. Tá ið Jákup og systir hansara Elsebeth Birgitta vóru fødd (hon giftist uppisitaranum í Horni, Sámal Petersen), var húskið hjá faðiri hansara Magnusi í Baianstovu (f. 1804) bústitandi í Fútastovu, har ið faðirin helt skúla frá 1828 til 1842. Hetta var hin sokallaði Arbeiðsskúlin í Fútastovu, har ið næmingar, umframt vanligar lærugreinir, eisini lærdi annað m.a. at virka ull og at veva. Eftir hetta flutti húskið hjá Magnusi yvir á Kamarið, ið var niðri á Sandi, í Ósanum, Eystan á, í skotinum millum Baianstovu og húsið, ið var til Handilsforeiningina. Hetta húsið kenna vit í dag sum Café Natúr. Tvey hús vóru í Havn, ið bóru heitið á Kamarið. Húsið, ið núverandi Kamarsættin er úr, var tikið niður umleið 1860. Grannahúsið, hin gamla Baianstovan, var tikin niður í 1877. Húsið, ið dag verður nevnt á Kamarinum í Gomlu Klokkarastovugøtuni omanfyri Gongina, hevur einki við núverandi Kamarsættina at gera. Jákup á Kamarinum bygdi úti í Konradsbrekkuni (í dag Grím Kambansgøta 24) í 1881-82. Seinni, í 1902, bygdi sonur hansara, arkitekturin og byggimeistarin Magnus á Kamarinum, vestanfyri húsini hjá faðir sínum, sermerkt útskornu, gulu húsini, ið dag verða nevnd á Kamarinum. (í dag Grím Kambandsgøta 26). Sjáldsamar gávur mann Jákup hava havt. Tá ið Fox-kanningarferðin var í Føroyum í 1860 og kannaði um møguleikan at leggja telegrafkaðal úr Europa til Amerika, var Jákup ferðaleiðari teirra og verður hann í frágreiðing teirra lýstur sum stak skilagóður, vitugur og skjóttfatandi. Jákup gjørdist í 1878 limur í Thorshavns Afholdsforening og var hann ein av dyggastu stuðlunum hjá fráhaldsrørsluni. Hann var eisini limur í Býarstýrinum (ið seinni varð til Býráðið) frá 1882 til 1887. Jákup á Kamarinum virkaði sum timburmaður og var eisini gravari í Havn. Men tað, ið vit kenna hann best fyri, er, at hann var Føroya fyrsti prentari. Bert 15 ára gamal, var hann av Niels Winther biðin um at taka sær av prentinum í samband við útgávuna av fyrsta føroyska blaðnum, Færingetidende. Í samrøðu í 1916 við fráhaldsblaðið Dúgvuna greiðir hann frá um lív sítt. Eisini er hetta at lesa í Varðanum, 3. bindi, síða 204: “Tað var ein merkisdagur í Havn, tá ið fyrsta nummar av Færingetidende fleyg út um býin. Bløð vóru forkunnug í Føroyum í teirri tíðini, tað var so at siga eina Berlingske, og hon kom sjálvsagt ikki til aðrar enn embætismennirnar. Eg skuldi bera Færingetidende til teir haldarar, ið vóru í Havn, og Niels (Winther) legði mær eina við fyrst at fara til fútan, hvar móttøkan ikki var víðari, og spelaði eg so avstað, tað dýrasta eg var mentur. Tað ráddi jú um, at fáa blaðið runt, áðrenn fútin hin gamli kom í tankar um at senda politistarnar eftir mær. Hvar eg kom, tyrptust fólkið um meg fyri at frætta frá tí ið stóð í blaðnum. Eg mátti brúka bæði bein og munn, og tá ið eg kom aftur á prentsmiðjuna og fór at taka stavirnar sundur, var eg deyðagivin. Soleiðis gekk hvørja ferð !” Færingetidende var uttan iva væl fagnað av meiniga manninum, men yvirstættin dámdi einki hetta og fekk Niels Winther beinleiðis deyðshóttanir frá “bøndrunum”, ið hóttu við einum uppslagi á húsið hjá Jákup Nolsøe við soljóðandi orðing: “Vogt dig du dit Queg Hovet at du ikke setter noget i Bladene som kan forstyrre Fokkerolg hedn eller generer Vores af Toreteter, og vis du giør det saa skal dit hovet og din graahat snart lige slynget paa asgedungen og din Krop ligge slynget om kring alle Verdæns jørne. Til dig Nils Vinter. Eftir orðafari og stavseting at døma, hevur tað verið so sum so við lærdómi og fynd hjá ráðandi stættini, tá í tíðini. Færingetidende hevði stutta livitíð. Bert nýggju ferðir í 1852 kom blaðið út, innan sakarmál steðgaðu hesum. Sakarmálið, ið vit kenna mest til í dag, snúi seg um Kongaliga Einahandilin. Niels Winther fanst hvassliga at hesum handli. Hann varð dømdur stóra bót fyri hetta. Mennirnir aftan Færingetidende, hildu seg hava rætt at siga sína hugsan sambært grundlógini frá 1849. Men eina sakarmálið fekk álvarsamar avleiðingar fyri ábyrgdarblaðstjóran Niels Winther. Niels Winther fór av landinum í 1857 og búsettist í Hjørring. Hvar ið prentsmiðjan bleiv av, er ilt at siga, men uttan iva er hald lagt á útgerðina, sum partur av bótagjaldi. Pól á Kletti skrivar um Færingetidende í Dimmalætting: "Tá Niels (Winther) fór undir prentsmiðjuna og at geva Færingetidende út fekk hann fatur á einum ungum, evnaligum havnardrongi Jákup Jakobsen Baia á Kamarinum, at vera sær til hjálpar. Í fráhaldsblaðnum Dúgvuni greiðir hann í 1916 frá, hvussu hann rann runt í Havnini við blaðnum. Men fyrst niðan til fútans. Tá í tíðini skuldi alt ritskoðast, og embætismenninir høvdu ilt eyga á Nielsi og hansara »svartakunsti«. Hann hevði ikki bara dittað sær at stilla upp til fólkatingsval ímóti embætismonnunum og verða valdur, hann hevði eisini harðliga funnist at teimum. 
Hósdagurin 13. mai 1852 var ein merkisdagur í Havnini, tá Færingetidende komu út á fyrsta sinni. Allastaðni tyrptist fólk saman um Jákup á Kamarinum, sum rann hús úr húsi við blaðnum, fyri at njósnast eftir tí, sum stóð í tí, so at hann mátti brúka bæði bein og munn, sum hann sjálvur tók til. Soleiðis gekk hvørja ferð. Men mótstøðan var stór, hóast mong sýndu blaðnum vælvild. Niels Winther var hvassur í orðum, serliga ímóti embætismonnunum og tí kgl. handlinum. 
Tá ið hann í blaði nr. 8, 13. juli 1852 hevði skuldsett einahandilin fyri vørufalsan, »Nu gaar det for vidt med Monopolhandelens Snyderi«, var embætismonnunum ovboðið. Maður, ið hevði keypt sær skrátubbak úr handlinum, hevði sagt frá, at hampur var blandaður uppí. Men tá rættarmál spurdist, vildi viðkomandi maður ikki vitna. Niels varð dømdur 600 ríkisdálar í bót – tað vóru nógvir pengar tá – hald varð lagt á prentsmiðjuna og útgávan av Færingetidende steðgað, so at blað nr. 9, 27. juli 1852 var tað seinasta. Nú var einki tíðindablað í Føroyum longur, men glæman frá hesum nykbrandinum í føroyska blaðheiminum skygdi tó, tí tað var eydnast Nielsi Winther at fremja nakað av tí, hann hevði sett sær fyri við blaðnum" Jákup á Kamarinum, var tvær reisur giftur, fyrru ferð við Johonnu Petrinu Casparsdatter, dóttir Johan Caspar Johan-Petersen í Havn. Johanna Petrina doyði á ungum árum. Jákup sat einkjumaður við tveimum smágentum. Hin eina dótturin, Elisabeth, giftist Christian Christiansen, Ommu-Kiss nevndur, og eru eftirkomarar teirra m.a. Peter og Jan Christiansen, ið báðir gjørdist borgarstjórar í Havn. Jákup giftist uppaftur við Sigrið Frederikku Angeliku Danielsen (*01.01.1841) úr Tranti í Havn. Hon var dóttir Daniel Danielsen, ið var abbasonur Hovs-Dánjal. Mamma hennara var Lisa Margretha Reinert, dóttir Angeliku Djurhuus og Christian Cornelius Reinert úr Kaldbak.
 Sigrið var næstelst av seks systkjum. Elstur var Dánjal Jákup Danielsen, sýslumaður í Søldarfirði, faðir missionerin Victor Danielsen og skiparan Gunnar Danielsen. Hini systkini vóru Anna Cathrina Charlotta Danielsen, ið giftist inn í Krók á Strondum og Christina Carolina Danielsen, ið var skyld frá manni sínum, Sámal á Krákusteini. Hon flutti seinni til beiggja sín, sýslumannin í Søldarfirði, har ið hon helt hús fyri hann. Tað mann vera merkisvert, at hon var ein tann fyrsti føroyingurin, ið meldaði seg úr fólkakirkjuni. Hon var eisini hin fyrsta, ið var jarðað í tí nýggja kirkjugarðinum á Glyvrum. Harafturat vóru systkini Christian Cornelius Danielsen, gamli postmeistari og sparikassastjórin og Hans Wilhelm Danielsen, ið doyði ungur. Sigrið, ella Sigga sum hon nevndist, hevði tænt í København, og átti, áðrenn hon giftist við Jákupi á Kamarinum, sonin Ludvig Daniel Jacob Danielsen, nevndur Dollin. Hesin gjørdist missionerur. Dollin var uppfostraður sum sonur Jákups á Kamarinum og var hann altíð í Kamarsættini nevndur Onkul Dánjal.

 Jákup á Kamarinum og Sigrið úr Tranti áttu sonin Magnus Jakobsen (*27.12.1874), kendur sum byggimeistarin og teknilærarin Magnus á Kamarinum. Skrivað grein: Ólavur Jakobsen Heimildir: Samrøða við Jákup á Kamarinum í fráhaldsblaðnum Dúgvan, 1916 Hanne Stermdorf Petersen "Bogtryk på Færøerne 1852-1920,Kbh1975 Føroysk Blaðsøga, Arnbjørn Ó. Dalsgarð 2002 Varðin, 3. bind Dimmalætting, Pól á Kletti Um onkur hevur viðmerkingar ella uppískoyti til greinina, so frætta vit fegin. Vit takka fyri hjálpsemi í samband við greinina. Send t-post

 

 

 

 

 

TeyavKamarinum.com © 2009 •

Tey av Kamarinum