Stųrri mynd

 

 

Stųrri mynd

 

 

Stųrri mynd

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ingolf Jacobsen (1916-1946)

 

 

Ingolf var yngstur av bųrnunum hjį Nicolinu og Magnus.

 

Faširin andašist, tį iš Ingolf var bara 5 įra gamal. Hetta hevur merkt heimiš og umstųšur teirra, men hóast hetta, so fer Ingolf ķ realskśla at ganga. Rikard Long var lęrari hansara og segši hann, at Ingolf skaraši framśr.

Hann var śrmęlingur, tį iš taš umrįddi tekning. Longu 16 įra gamal teknaši hann til smįrit og m.a. til jólabųkur Varšans. 

 

 

Evnini vóru eyšsżnd, men umstųšurnar vóru ikki tęr bestu. Hetta tykist ikki at hava nervaš Ingolf.

 

Blašungur fer hann av landinum til Keypmannahavnar at nema sęr lęrdóm innan tekning og list. Ķ brųvum hansara  til bróšurin Jens, fįa vit innlit ķ, hvussu stręviš taš mangan var ķ byrjanini hjį honum.  

 

Ingolf strķšist ķ Keypmannahavn:  Hann klįrar seg viš fyrifallandi arbeiši og viš at selja tekningar og myndir til blųšini tey fyrstu įrini. Ķ 1940 sųkir hann inn į Kunstakademiet og kemur hann inn. Lęrari hansara varš kendi professarin Aksel Jųrgensen.

 

Taš byrjar at ganga framį hjį Ingolfi. Hann er sera virkin. Hann leitar sęr inn ķ sjónleik og virkar eitt skifti sum teaturmįlari į Kongaliga Teatrinum ķ Keypmannahavn. Framgongd tykist vera į ųllum ųkjum hjį honum. Hann skrivar og prżšir greinar, iš verša prentašar  ķ donskum og norskum blųšum, og eisini veršur hoyrispęl hansara "Under Fjeldet" framfųrt ķ danska śtvarpinum. Millum sjónleikararnar eru Holger Reenberg og Mogens Wieth.

Ingolf flytir til Århus, har iš hann giftist Klara-Marie. Hann gerst hųvušsteknari į Aalborg Stiftstidende. Men hann fęst eisini viš nógv annaš: endurstovnaši fųroyingafelag ķ Jśtlandi og er formašur har, forlagsarbeiši, fyrireiking til endurstovnan av blašnum "Ungu Fųroyum", prentarbeiši, śtvarpsleikir og mangt annaš. Eisini er hann ein av teknarunum į satiru-blašnum Cimbrer-Hylet, eitt sera bersųgiš og speirekandi tķšarrit, iš hśšfletti tżsku hersetingarvaldiš.

At stovnseta fųroyskt śtvarp er eisini eitt hugskot, og hevur hann ķtųkiligar ętlanir um hetta.

 

Avskorin frį heimlandinum vegna seinna heimsbardaga, hevur hann ikki vitjaš heim sķšani hann fór av landinum. Hann er į tremur viš hugskotum, at fara til Fųroyar viš.

 

Men Ingolf gerst sjśkur.

 

Ķ bręvi til Jens, dagfest 7. aprķl 1946 į sjśkrahśsinum ķ Århus, skrivar Ingolf:

"Last og skam ķ hetta hųvdiš, sum taš fór at seinka męr ķ ųllum. Mesta av aprķli mann eisini fara, įšrenn eg sleppi hišani ķfrį. Nś skulu teir enn einaferš skera upp ķ kjįlkan og leggja radiumpatrónirnar har nišan. Hetta er eisini ein beistatķš, eg havi so nógv at gera - bęši her og viš fųroysk evni .... Jś, henda kjįlkaholan gjųrdi stórt brek ķ ųllum hjį okkum. Gud viti eisini, hvussu veršur viš Fųroya-feršini, sjįlvur eri eg so ógvuliga veikur aftan į alt hetta hetta rųntgen. Mergurin veršur kroystur śr einum, og eg gerist móšur ķ sveittabroti bert eg gangi ķ 10 minuttir. Men vónandi veršur taš gjųrligt onkursvegna at sleppa heim ķ įr .... kanska til heystar ella alrahelst ķ hoyna, taš hevši dįmt męr vęl at sloppiš at hoyggja eina lųtu  .. Men nś fari eg at enda, nś leingjast vit skjótt eftir at tosa, ikki at skriva, taš er tó ikki taš sama!"

 

Ķ bóklingi, iš Mentunargrunnur Studentafelagsins gav śt ķ 1972, skrivar rithųvundurin Gunnar Hoydal m.a. um Ingolf:

"Eingin var ķ iva um, at Ingolf įtti óvanligar gįvur, heldur ikki hann sjįlvur, og hann hevši hug at fįa meira burtur śr teimum. Men hašani, og so til at leita śt ķ eina óvissa framtķš ķ einum ótryggum starvi ķ fremmandum landi, taš er eitt stórt stig, sum krevur einastandandi sjįlvsįlit og įgrżtni. Ingolf bilaši hvųrki, og ašrir mųguleikar vóru ikki, so 19 įra gamal tekur hann stigiš og fer til Keypmannahavnar viš lķtlum ųšrum ķ višfųri enn einari mappu viš tekningum. Hann hevši skrivaš til Kunstakademiet, įšrenn hann fór avstaš, og nišurkomin gongur hann eitt skifti į fyrireikingarskeiši til listahįskślan. Men įhugin tykist ķ fyrsta umfari at vera blaštekningin, sum um hetta mundiš stóš ķ besta blóma ķ noršurlondum"

 

Gunnar endar inngangin ķ bókini soleišis:

 

".... Ingolf doyši sama summariš, 15. juni 1946. Av tķ tilfari, sum lį eftir hann, gjųrdi Listafelag Fųroya ķ 1952 eina minnisframsżning .... At meta śt frį hesum um tey śrslit, iš kundu komiš burturśr hansara gįvum er hęttisligt, ivaleyst eisini óneyšugt. Vónin hjį tķ, iš hevur savnaš tilfariš, hevur veriš at geva sķna egnu mynd av einum gįvurķkum landsmanni, sum fór so merkiliga opin, hugagóšur og óspiltur gjųgnum sķtt stutta lķv"

....

 

Ingolf er nevndur ķ Myndlist ķ Fųroyum hjį Bįrši Jįkuppsyni:

"Tann fyrsta fųroyska listaframsżningin ķ Keypmannahavn varš fyrireikaš ķ skemmuni hjį Janusi Kamban ķ Nųrrebrogade. Framsżnararnir vóru Janus Kamban, Gudmund Hentze, Elinborg Lutzen, Ruth Smith, Mikines og Ingolf Jacobsen. Hesin seinast nevndi, av Kamarinum ķ Havn (1916-46), iš var upptikin į listaakademiiš, hevši arbeitt sum blašteknari. men ungur fekk hann tuberklar, og įšrenn hann ręttiliga nįddi at koma ķ gongd, andašist hann, bert 29 įra gamal" 

 

Ingolf var giftur viš Klara-Marie. Tey įttu tvey bųrn. Ingun og Steen.

 

 

 

 

 

 

 

 

Vit her į sķšuni, eru takksamir fyri hjįlp og leišbeining ķ samband viš greinina omanfyri. Eisini eru vit takksamir fyri, at vit hava fingiš loyvi at endurgeva nakrar myndir her į sķšuni. Um tit vita um myndir hjį Ingolfi, vinarliga sig okkum frį.

Vit eru sannfųrdir um, at meira er at frętta um Ingolf og verk hansara og eru ųll vęlkomin at siga okkum frį, um okkurt er. Send ein teldupost. Trżst her

 

 

Heimildir:  

 

Myndasavn, Gunnar Hoydal, 1972

Myndlist ķ Fųroyum., Bįršur Jįkupsson

Samrųša viš Janus Kamban, listarmann

 

Myndir:  Grafia,  Fųroya Fornminnissavn, Tórshavnar Bżarsavn og Eyšbjųrn Jakobsen.

 

Skrivaš grein: Ólavur Jakobsen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TeyavKamarinum.com © 2009 •

Tey av Kamarinum