Jens Dam Jacobsen (1912-1970)

 

 

Jens var sonur Nicolinu og Magnus og er hann í dag einamest kendur sum yrkjari av sanginum Dýrd á vík og vág, ella Summarmorgun, iđ hann veruliga eitur.

 

Hann starvađist m.a. sum prentari á Dimmalćtting.

 

Tađ var blađstjórin Poul Niclasen, iđ heitti á hann at koma í lćru sum prentari.

Jens hevđi fyri vana at sita á bókasavninum og lesa farnar árgangir av fřroyskum blřđum, og var tađ her Poul Niclasen fekk orđiđ á hann.

 

Jens yrkti annađ enn Dýrd á vík og vág, men hesin var so kendur og  so avhildin at hann nćrmast forfjónađi alt hitt,  iđ Jens fekk frá hondini.

 

Nevnast skal vakra yrkingin Lítil vármynd (Vaknađur vársins songur).

 

Vaknađur vársins sangur eru ódeyđiligjřrdur í innspćling Ingálvs av Reyni.

Lagiđ til Dýrd á vík og vág (Summarmorgum) gjřrdi Gunnar  Mikkelsen, međan Knút Háberg setti lag til Lítil vármynd (Vaknađur vársins sangur).

 

Norrřna Felagiđ, stjórnađ av Petur Háberg,  gav út í 1943 4-blađ viđ nótum.

 

Á hesum blađi eru tríggir sangir: Eg elski teg land, eftir Hans Andreas Djurhuus, lag: Petur Alberg. Summarmorgun, eftir Jens Dam Jacobsen, lag: Gunnar Mikkelsen. Lítil vármynd eftir Jens Dam Jacobsen, lag: Knút Háberg.

 

Borghild og Jens

 

Snorri, Jens, Magnus, Marna, Borghild, Ludvig (Luddi)

 

 

Jens Dam Jacobsen, var giftur viđ Borghild. Tey áttu 9 břrn. 

 

Břrn teirra eru: Marna, Magnus, Snorri, Ludvík (Luddi), Borgný, Jórun, Nicolina, Tordis og Gudda.                              

 

 

Sonur Jens, Magnus Dam Jacobsen, gav í 1976 bók út viđ yrkingum hjá pápanum. Eisini eru nótarnir til Lítil vármynd og Summarmorgum prentađir í hesi bók.                                    

 

Jens Dam Jacobsen

 

 

 

 

Vit her á síđuni, eru takksamir fyri hjálp og leiđbeining í samband viđ greinina omanfyri. Eisini eru vit takksamir fyri, at vit hava fingiđ loyvi at endurgeva nakrar myndir her á síđuni.

Um okkurt er, iđ tit hava at leggja afturat, vinarliga send okkum ein  teldupost. Trýst her

 

 

 

 

Heimildir:  

 

Vaknađur vársins songur, Magnus Dam Jacobsen

Í grřnlandi viđ Kongshavn, Magnus Dam Jacobsen

 

Myndir:  rivatar myndir

 

 

Skrivađ grein: Ólavur Jakobsen

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

TeyavKamarinum.com © 2009 •

Tey av Kamarinum