Tey av Kamarinum LP-pláta 1984 

Endurútgivin sum fløga í 2000

 ”Tey av Kamarinum”

Í búri/ Við gluggan/ Blóman/ Lívið/ Í líðini á kvøldi/ Tá kvøldið kemur/ Mær leingist/ Sigarettir, Whisky og villar gentur/ Seinasta vaktin/ Tann vinurin kæri/ Kærleiksboðini og Á stillu nátt,

Sangur: Nicolina, Áslakkur og Ingolf

Tónleikarar:  Eyðbjørn, Jákup, Hans Christian, Birgar, Kolbein, Djóni, Birgir, Milson og Ólavur

H.C.W. Tórgarð gav út plátuna og fløguna.

Hon fæst í fløgubúðunum.

 

 

TEY AV KAMARINUM -   still going strong

Elsti og uttan iva ein av mest elskaði tónleikabólkum í Havnini og í Føroyum sum heild, verður við hesi útgávunú eisini gjørdur ódeyðiligur á fløgu.

Hóast Tey av Kamarinum hava sett sín dám á lættari føroyskt tónleikalív síðan 1955 og ikki beinleiðis kunnu kallast ársungar longur, hava tey ongar ætlanir um at halda uppat at spæla seg inn í hjørtu okkara.

Við hesi fløgu, ið er samansett av bæði uppruna og "snøggaðum" upptøkum, ið mynda hetta 45 ára skeiðið, fer bólkurin við sama treysti inn í næsta ártúsind.

Tey av Kamarinum spæla sokallaðan populertónleik við tekstum á ymsum málum, men tó við høvuðsdenti á føroyskum, harav forsangarin Nicolina sjálv hevur smíðað ein stóran part.

Millum aðrar høvundar kunnu nevnast Poul F. Joensen, Harry Birtilíð, Flóvin Flekk og J.H.O. Djurhuus.

Løgini og tónleikurin hjá bólkinum lýsa eisini ein spennandi og týdningarmiklan part av Havnarsøgu - og tað ger fløguna ikki minni kærkomna og áhugaverda.

Býráðsins vegna ynski eg tykkum av Kamarinum tillukku við hesi stórfingnu útgávu, við vón um framhaldandi góðan byr.

 

Vinarliga

Leivur Hansen, borgarstjóri