Janus Mohr skrivađi í samband viđ “Nicolina syngur í Sandavágs kirkju”

 

“Tey av Kamarinum”: eitt navn – ella lat okkum heldur siga: eitt hugtak, sum flestu tilkomnu fřroyingar munnu kennast viđ og fyrst og fremst seta í samband viđ tónlist av tí lćttara slagnum.

 

Liđin eru út ímóti fimmti ár, síđan břrnini hjá Jóannes Jakobsen, ćttađur úr Skálavík, og Olevinu Jacobsen í Havn byrjađu ljómliđiđ “Tey av Kamarinum” viđ sangi og ljóđfaraleiki.

 

Tey hava řll hesi árini glett fólk í veitslulagi viđ sangi og tónleiki sínum, og tađ gera tey framvegis, tó soleiđis, at hesi seinnu árini eru yngri kreftir komnar afturat, og bara tvey av systkjunum, Nicolina og Eyđbjřrn eru framvegis viđ.

 

Ofta verđur sagt um fólk, sum hava listarlig evni, at hetta man vera ćttarbregđi. Uttan at greina hetta út í ćsir viđvíkjandi “Teimum av Kamarinum” kunnu vit siga, at tónlistin man vera viđfřdd hjá teimum. Mamman, mammusystirin og mammubeiggjarnir hřvdu řll góđa sangrřdd, og abbin í kvennlegg, Magnus á Kamarinum, var listamađur viđ lít. Sjónlig minni um listahandverk hansara eru til dřmis sethúsini, hann bygdi í Gríms Kambans gřtu í Havn í 1902, og kirkjan í Sandavági, sum hann teknađi og bygdi í 1917.

 

Listhandverk Magnusar á Kamarinum og tónlistin hjá abbadóttur hansara eru nú runnin saman í eitt, kunnu vit siga, nú Nicolina gevur út flřgu viđ sálmasangi, har ein afturat av ćttini telist millum ljóđfaraleikararnar, nevnliga Ólavur, bróđursonur Nicolinu og langabbasonur Magnus á Kamarinum.

 

Á flřguni eru tólv kendir sálmar, upprunaligir og týddir, allir tiknir upp í Sandavágs kirkju, sum Magnus á Kamarinum bygdi.

 

Ćttarbond í 6. liđ, vinarlag millum forfedrar Nicolinu og forfedrar mínar í úti viđ eina řld og mangar ógloymandi lřtur í tí alfřgru Sandavágs kirkju hava ivaleyst gjřrt sítt til, at hetta nýggja arbeiđsřkiđ hjá Nicolinu á Kamarinum og tćr kenslur og tađ hjartalag, hon eisini er fřr fyri at leggja í sálmasang, kennist hugtakandi og fjálg.

 

Janus Mohr