Samrøða, Vikublaðið, týsdagin 7. juni 2005


Langomma við nýggjari fløgu


Ólavsøkuaftan verður hon fastlønt, sigur hon. Tað er bara ein penari máti at siga frá, at tá verður hon pensjónist. Langomma er hon langt síðan vorðin. Men sangurin er framvegis líka stórur partur av hennara lívi.

Bjørgheðin og Nicolina eru framvegis líka forelskað sum tey altíð hava verið. – Hoyr hendan sigur Bjørgheðin og skrýar frá, -Er hetta ikki romantiskt?? Og tað er sjálvandi Nicolina, sum syngur um hvussu nógv hon elskar ”hann”, sum tó ikki verður nevndur í sanginum. – Gitað, hvønn hatta er skrivað til, flennir hon afturímóti.

Jú, tey hugna sær norðast í gomlu húsunum á Langasandi. Og hesaferð vit vitja innar sita tey og lurta eftir nýggju fløguni, ið hevur fingið heitið ”Dámliga gøtan”. Hon kemur á føroyska markanaðin ein av fyristu døgunum. 13 sangir, ein blandingur av gomlum og nýggjum.

Vit bíleggja eitt pensjónsprát seinni. Nei, tá ber ikki til, tá verða vit í Danmark! So seinni, meðni? Nei, ikki tá, tá verða vit í Idaho! Nei, hvørki eru tey nakrir globatrottar ella verðinsfólk sum so, men børnini spjeiddust í eyst og vest, døtranar Aðalgunn og Olevina – sum báðar syngja við á fløguni – búgva báðar í Danmark, og sonurin Hans Dávid býr, arbeiðir, og er giftur í Idaho í USA.

Syskini á Kamarinum vóru hvør á sín hátt við til at skapa konseptið ”Tey av Kamarinum”. Í ár eru liðin 50 ár síðan, at tey byrjaðu at spæla til veitslur, brúdleyp, rundar føðingardagar, í gomlu Tórshøll, í Losjuni, og í B 36 húsinum. Og næsta ár eru 50 ár síðan, at føroyingar fyrstu ferð hoyrdu tey í royndarútvarpinum. Fyrstu sanginir á plátu, Kvøldarsólin, Í Dreymalandi, Tá kvøldið kemur, Trygdareiðin, Eg hugsi um teg og Lívið, hoyrdu føroyingar í 1959 – og tær plátunar spæla enn. Nú summar eisini í nýggjum útgávum.

Aktivi parturin av hesum hópinum verður í dag kallaður tey ”2 av Kamarinum”, tí tað eru bara Eyðbjørn og Nicolina, sum mongu seinnu árini hava spælt saman. Og tað gera tey framvegis. Eyðbjørn hevur verið í fullswing alla tíðina, tí hann í mótsetning til Nicolinu er sloppin undan barsilsfarloyvum og líknandi……..

Krumtappurin, tekstahøvundurin og langsmiðurin, hevur øll árini verið tann lítillætna Nicolina. Nicolina er í dag ógvuliga uppiborið við at fáa kultstatus, millum ungu sangfuglanar í Føroyum, tí eingin hevur sum hon lagt lunnar undir eina ektaða føroyska sangtraditión í eini tíð, tá tað beinleiðis var ókult at syngja um kenslur á føroyskum.

Nýggja fløgan eitur ”Dámliga gøtan”, tað er Heri Nólsøe, sum eigur orðini og Eyðbjørn og Nicolina hava gjørt lagið til titulsangin. Á fløguni eru nýggjari sangir og sangir, sum Nicolina ikki hevur sungið inn á plátu ella fløgu áður, umframt at nakrir av gomlu slagarunum hjá Nicolinu eru innspældir í fullkomuliga nýggjum búna.

Slagarin til dansifólkið rokna vit við verður nýggja útgávan av gamla slagarinum ”Ei meira eg kenni longsul”, men annars eru fleiri potentiellar útvarpsplágur, eittnú ”Dámliga gøtan”, ”Nánd” í týðingini hjá Thomas Michael Smith, og ”Alda sum tutlar”, sum Nicolina eigur bæði, orð og lag til.

Tónleikararnir eru eitt kapittul fyri seg. Teirbáðir næstan heimskendu Rógvi á Rógvu og Arnold Ludvig á ávíkavist trummur og bass hava lagt botnin, á gittara hoyra vit Ronny Nielsen, Heðin Z. Davidsen, Hans Christian Clementsen og Eyðbjørn Jakobsen, umframt tað formidabla klassiska gittaraspælið hjá Ólavur Jakobsen á sanginum ”Blunda mítt barn. Jóhan Petur Andreassen spælir keyboard og harmoniku, Ólavur Olsen flygelhorn og trompet og tær báðar Aðalgunn og Olevina syngja kór.

Upptøkunar eru gjørdar í RonRec Studio í Havn frá Nov. 2004 til mai 2005. Ronny Nielsen hevur staðið fyri upptøku, mix, og mastering. Seinast vit frættu vóru tey farin í holt við at gera fløguhúsan, so fløgan man fara at koma í handlanar fyrsta dagin….