Image Image

Søgan um tónleikabólkin Tey av Kamarinum

Tónleikabólkurin varð stovnaður í 1955, men tað var væl seinni, at heitið Tey av Kamarinum endaliga varð sett á bólkin.
Kjarnin í bólkinum var frá byrjan børnini hjá Olevinu Jakobsen (av Kamarinum í Havn) og Jóannes Jakobsen (í Geil úr Skálavík).
Børnini eru sjey: Hjørleif, Áslakkur, Nicolina, Eyðbjørn, Margretha, Ingolf og Jákup.

Tey vuksu upp í sermerktu húsunum í Gríms Kambansgøtu 26, ið abbi teirra, tiltikni byggimeistarin og arkitekturin, Magnus av Kamarinum, bygdi í 1902. Í Havn verður hetta grannalagið nevnt Konradsbrekkan

Trilvandi byrjanin var Hjørleif, Áslakkur, Nicolina og Eyðbjørn. Hjørleif spældi gittar, sang og trummur. Áslakkur harmoniku og sang, Nicolina, gittar og sang og Eyðbjørn spældi gittar og sang, eins og Margretha eisini sang við.
Ingolf og Jákup, yngri brøðurnir, komu eisini við so hvørt sum teir vuksu til.

Í hesi gott hálvthundrað árini hava mangir av allarfrægastu tónleikarum í Føroyum, í styttri ella longri tíð, spælt við og verið partur av Teimum av Kamarinum.

Bólkurin var virkin nærum uttan íhald. Spælt var regluliga til dans, veitslur og tiltøk.

Bólkurin gav eisini út plátur, ið gjørdist fólkaogn.

Tey bæði, Nicolina og Eyðbjørn, góvu út fløgur og spældi undir heitinum Tvey av Kamarinum líka til 2017, tá ið Nicolina flutti til Danmarkar. Nicolina andaðist í 2022.